PAX 5 - Gasturin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

93,00 kr  Spar 19,00 kr

  • Síður: 196
  • Útgávuár: 2016
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Aasa Larsson/Ingela Korsell
  • Myndir: Henrik Jonsson
  • Týðari: Súsanna Berg
Deil:

Pax-røðin er vælskrivaður spenningur, sum børnini kasta seg yvir. Alvi og Viggo stríðast ikki bara móti yvirnatúrligum verum sum grímum og impum, teir stríðast eisini ein seigan kamp móti óskikkiligasta dronginum í skúlanum, sum er sonur læraran. Hann er framvegis eftir Alva og Viggo, og lygnir hansara breiða seg sum eitur ...

Í fimtu bókini í røðini, Gasturin, skulu tey skjótt ganga lucia, men ongin veit, hvussu óhugnalig ársins luciugonga fer at verða. Eitt sakleyst spæl verður knappliga ógvuliga vandamikið, tá eitt portur letur seg upp til hina síðuna, og tríggir gastar fara at herja í býnum. Alvi og Viggo noyðast at fáa hjálp frá einum, sum teimum als ikki dámar. Samstundis eru Símun og pápin meira enn nakrantíð eftir teimum. Men Viggo hevur fingið eitt ótrúliga gott hugskot; nú er endiliga møguleiki at hevna seg!

Fleiri PAX-bøkur