Pætur og beinagrindin
Bókadeild Føroya Lærarafelags
92,00 kr
- Síður: 32.0
- Útgávuár: 2014
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Eva Brenckert
- Myndir: Matilda Salmén
- Týðari: Hildigunn Niclasen
Tá ið Pætur liggur vakin í kamarinum, eftir at Elias er sovnaður, er alt so øðrvísi og óhugnaligt. Tað kennist, sum okkurt fjalir seg aftan fyri gardinurnar. Ein beinagrind kanska?
Bókin er um myrkaræðslu, dirvi og hugflog, og børn kunnu væl kenna seg aftur í hesum.
Pætur er sjey ár og gongur í fyrsta flokk. Hann er ein glaður drongur, men eisini ein, sum hugsar nógv.
Bókin er ein reyður krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.