Orðálvur

Bókadeild Føroya Lærarafelags

99,00 kr  Spar 401,00 kr

  • Síður: 0.0
  • Útgávuár: 2009
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: borðspæl
  • Rithøvundur: Rannvá Skeel Johannesen/Kristianna Poulsen
  • Myndir: Sendistovan
Deil:

Orðálvur er eitt borðspæl um navnorð til børn og vaksin. Spælast kann í fleiri stigum, soleiðis at øll kunnu spæla saman - bæði tann, ið veit eitt sindur um navnorð og tann, ið veit nógv.

Orðálvur er bæði familju- og skúlaspæl. Spælið ger tað bæði stuttligt og spennandi at læra mállæru.

Í eskjuni er spælipláta, 6 spæliprikkar, 1 terningur, 720 spurnakort við tilsamans 3420 spurningum, 3 hefti við mállæru og 1 hefti við spælireglum.

 

Spælið er til 2- 6 spælarar frá 9 árum og uppeftir.