Okkara oyggj
Bókaklubbin
228,00 kr
Spar 14,00 kr
- Síður: 240
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Enskt
- Rithøvundur: Sally Nicholls
- Týðari: Urd Johannesen
Tá mamma teirra doyr, mugu systkini Holly, Jonathan og Davy stríðast fyri at klára seg sjálv. Tá ríka, men løgna abbasystir teirra, Irene, fær eina heilabløðing, vitja tey hana á sjúkrahúsinum. Hon gevur Holly eina myndamappu, sum er full í sporum, sum kunnu føra til ein virðismiklan skatt. Finna tey skattin, eru tey bjargað. Men tað eru ikki bara tey, sum vilja hava hendur á skattinum …