Og stjørnan lýsti sum ein sól
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 8
- Útgávuár: 2006
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Anastassija Archipowa
- Myndir: Anastassija Archipowa
- Týðari: Niels Jákup Thomsen
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Anastassija Archipowa gjørdist kend um allan heim, tá ið hon fór at myndprýða klassikarar sum Shakespeare, Cervantes, Moliére og Goethe. Hjá okkum kenna vit hana frá ævintýrsøvninum hjá H.C.Andersen og brøðrunum Grimm.
Og stjørnan lýsti sum ein sól er skapað í heitum, kraftfullum litum, og figurarnir eru listarligir á at líta. Alt er júst, sum vit altíð hava ímyndað okkum, at fjósið í Bethlehem hevur verið.