Og hanin gól

Bókaklubbin

106,00 kr  Spar 22,00 kr

  • Síður: 24
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Sven Nordqvist
  • Myndir: Sven Nordqvist
  • Týðari: Niels Jákup Thomsen
Deil:

Pettson gamli eigur einar tíggju hønur í høsnarhúsinum. Findus, fressurin hjá honum, plagar at beistast við tær. Hønurnar eru bestu vinir hjá Findusi – næst eftir Pettson, sjálvandi.

Men ein dagin kemur Pettson við einum hana til hønurnar. – Hygg, vit hava fingið hana, káka tær. – Sum hann er prúður! Men Findus er ikki samdur. Hann heldur, at hanin tekur sítt pláss hjá hønunum. Og so gelur hann alla tíðina ...