Norðlýsi

Bókadeild Føroya Lærarafelags

77,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 391
  • Útgávuár: 2004
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Philip Pullman
  • Myndir: David Scutt
  • Týðari: Hjalmar P. Petersen
Deil:
Alt broytist tann dagin, tá ið Lyra sníkir seg inn í harrastovuna á Oxford universitetinum. Fjald aftan fyri lenistólin sær hon rektaran hella eitur í vínið hjá Asriel lordi, pápabeiggja sínum. Lyra trýr valla sínum egnu eygum. Hví ætlar rektarin at drepa pápabeiggjan? Man tað hava nakað samband við loyndarfullu ferðir hansara til Arktis? Tó er tað rektarin, sum gevur Lyru gyltu kumpassina, men hví má hon onki siga fyri vøkru og hugtakandi frú Coulter? Og hvørjir eru teir ræðuligu gloypararnir, ið stjala børn í Oxford? At kunna svara hesum spurningum, noyðist Lyra at fara somu leið sum pápabeiggin, á kanningarferð til Lapplands og Svalbarð, har pansarabjarnirnar ráða.