Norð

Bókaklubbin

220,00 kr  Spar 28,00 kr

  • Síður: 193
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Camilla Hübbe
  • Myndir: Rasmus Meisler
  • Týðari: Rannvá Næs Hoydal
Deil:

Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her, djúpt inni í kjarnuni á jørðini, er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin, er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.

 

– Eg síggi, at tú bert teknið: Frjó. Prýðið hjá vølvuni. So má undirgangur heimsins vera nær.
– Hatta við undirganginum veit eg ikki ordiliga, segði hon og fekk brádliga vaml. - Eg eri komin higar, tí eg skal finna mammu mína. Eg skal til Nivlheim.
– Ja, eg eri greiður yvir, at tú ein dag fórt at koma. Tað er orminum, tú leitar eftir, er tað ikki so?
– Niðhøggi, teskaði Norð.

 

Norð kom út á donskum í 2017 og varð vald at vera ein av 10 bestu bókunum, sum kom út tað árið. Í grundgevingini hjá Statens Kunstfond siga tey:

„Ein øðrvísi frásøga um ragnarøk, sum bjóðar unga lesaranum inn í verðina hjá norðurlendskari mytologi, og samstundis flættar frásøgan nakrar av avbjóðingunum í okkara samtíð væl inn í søguna. Samstarvið millum tekst og myndir er vakurt og máttmikið og gevur lesaranum eina meiri fulkomna uppliving.“