Neandertali / Menniskja
Bókaklubbin
120,00 kr
- Síður: 120
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Danskt
- Rithøvundur: Henrik Enemark
- Týðari: Sanna Andrassdóttir Dahl
Í dag er bara eitt slag av menniskjum til. Men einaferð í tíðini vóru fleiri sløg. Eitt av hesum sløgunum vóru neandertalarnir. Vit eru nær skyld við tey. Neandertalarnir doyðu út fyri umleið 40.000 árum síðan. Men sumt, sum eyðkendi tey, livir enn í okkum.
Bókin er ein lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.