Myndabókin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

107,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 225
  • Útgávuár: 2009
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Laura Trenter
  • Myndir: Katrin Jakobsen
  • Týðari: Jón Joensen
Deil:

Gilbert kennir á sær, at um tað er nakrastaðni, hann hevur møguleika at fáa meira at vita um pápan, so er tað á ovasta lofti. Ein dagin byrjar okkurt løgið at henda, ein gátufør ketta, sum kemur fram allastaðni, har tað tykist ógjørligt at koma fram, ein gomul omma tykist kunna lesa tankar. Og knappliga finnur hann myndabókina hjá pápanum! Men okkurt er við myndunum, sum ikki er, sum tað eigur at vera. Hann kann bara ikki koma á, hvat tað er...

Fleiri kenna ivaleyst bøkurnar hjá Lauru Trenter. Hon skrivar krimikendar søgur, sum eru væl dámdar millum stór børn og ung.
Henda er eitt sindur øðrvísi: hóast hetta í grundini er ein krimi, hevur Laura Trenter í hesari bókini brúkt fotomyndir, sum so at siga blanda seg upp í loysnina av málinum, men mangan ørkymla tær meira enn gera nakað greiðari, og tað ger bókina nógv meira spennandi at lesa.