Mira 2 #húsbátur #babba #kærleiki
Bókadeild Føroya Lærarafelags
198,00 kr
- Síður: 100
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Danskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Sabine Lemire
- Myndir: Rasmus Bregnhøi
- Týðari: Silja Aldudóttir
Tað er stuttligt at dryma. Altso, ikki sum tú gert um náttina, men dagdroyma. Knappliga kunnu dagdreymarnir gerast veruleiki. Vit mugu minnast til at droyma við opnum eygum. Men hóast tað er ein stórur dreymur, kanst tú væl gerast eitt sindur stúrin, um tú skalt møta pápa tínum fyri fyrstu ferð. Tí hvat nú, um tú ikki passar inn í lívið hjá honum? Ella øvut? Ella um dreymurin verður eitt vónbrot? Og hvussu er tað í grundini bæði at skula vera hjá mammu síni og pápa sínum?
Hetta er onnur bók um Miru í teknirøðini, sum snýr seg um at hava vinir, um at búgva á tveimum støðum og um at hava eina mammu, sum fær eitt sindur ov nógv góð hugskot.
Bókin er ein lilla krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.