Mira 1 #vinir #forelskað #eittárímínumlívi
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 100
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Danskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Sabine Lemire
- Myndir: Rasmus Bregnhøi
- Týðari: Silja Aldudóttir
Tú kanst føla teg eitt sindur einsamalla, um besta vinkona tín ger ein kærleiksklubba saman við tí kulu, nýggju gentuni í flokkinum. Tí tú sleppur bara at vera í honum, um tú hevur verið forelskað, og tað hevur Mira ongantíð verið, sjálvt um hon hevur roynt. Men hvat nú, um hon hugsar ordiliga nógv um hin dreingin í flokkinum? Altso, bara ein hálvan tíma um dagin. Verður hon so forelskað? Hvussu ringt kann tað vera?!
Hetta er fyrsta bókin um Miru í teknirøðini, sum snýr seg um at vera vinkonur, at verða forelskað og at hava eina flovisliga mammu. Og so snýr hon seg eisini um ongan pápa at hava og at hava eitt sindur ov nógvar eykapápar. Bókin fekk donsku PING-virðislønina fyri bestu barna- og ungdómsteknirøð í 2018.
Bókin er ein lilla krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.