Míni fyrstu orð

Bókadeild Føroya Lærarafelags

66,00 kr  Spar 9,00 kr

  • Síður: 30
  • Útgávuár: 2016
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: pappbók
  • Rithøvundur: Sarah Davis/Dawn Sirett
  • Myndir: Dave King
  • Týðari: Marna Jacobsen
Deil:

Banan, brandbilur, bátur, bóltur, bonkur, bløð og band. Øll orðini byrja við 'B' eins og Bókaklubbin. Hetta eru bara nøkur av orðunum í hesu fittu orðabókini.

Henda stuttliga fyrsta orða- og myndabókin mennir málið og gevur barninum størri orðafeingi. Set orð á andlitið, kroppin, klæðini, kamarið, matin, køkin, inni og úti. Og aftast í bókini kann barnið læra at telja og kenna mun á skapi og liti.