Mín gløggi vinur

Bókaklubbin

150,00 kr 

  • Síður: 176
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Steintór Rasmussen
  • Myndir: Eydna J. Steinberg
Deil:

Søgur og krimigátur

Ein gløggan vin kanst tú ikki snýta. Hann hevur eyguni opin, skálkin fyri oyrað og ein detektiv í búkinum.

Øll eru ikki líka klók. Tað finnast eisini kúllar í landinum, sum skikka sær illa. Og vaksin fólk, sum royna at lokka og lumpa onnur. Men tíbetur eru nógv hyggin og skilagóð børn í Føroyum. Bæði gentur og dreingir, sum duga at loysa krimigátur.

Í bókini eru 77 hugvekjandi og læruríkar søgur hjá føroyskum børnum, sum ikki vilja lata seg lumpa ella lokka til nakað býtt. Krimisøgurnar fylgja álmanakkanum og eru ein livandi lýsing av tí nógva og spennandi, sum hendir her í Føroyum. Gáturnar nema samstundis við tað ódámliga, sum vit í felag mugu fyribyrgja og koma til lívs. Hugskotið er at árvakni lesarin lærur seg at steðga á við støður, har tað verður logið, svikað ella eitthvørt illgrunasamt býr undir.