Mín fyrsta reyða orðabók

Bókadeild Føroya Lærarafelags

147,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 198
  • Útgávuár: 2007
  • Upprunamál: danskt/enskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Rønnenfelt/Jørgensen
  • Myndir: Jon Ranheimsæter
  • Týðari: Marna Jacobsen
Deil:

Orðabók til fólkaskúlan.
Saman við forlagnum Gyldendal hevur Bókadeildin latið gjørt orðabók, sum er sera væl egnað til frálæru í enskum hjá 8 til 12 ára gomlum børnum.

Orðabókin er í trimum pørtum:

1. Ein enskur-føroyskur orðalisti.

2. Ein partur um hugtøk og nøvn á ávísum evnum og lutum. Nevnast kann t.d. orð í samband við sjógv, ítrótt, føðingardag, kroppin, køkin, skúla, tíð. Umframt dømi um sagnorð, fyrisetingar og annað mangt.

3. Ein føroyskur- enskur orðalisti.


Í orðabókini eru fleiri enn 2600 leitorð, og hon er prýdd við stuttligum tekningum.

Mín fyrsta reyða orðabók er ein góð og stuttlig hjálp hjá bæði stórum og smáum, tá ið farast skal undir at læra enskt á fyrsta sinni!