Miljuløtur
Bókaklubbin
- Síður: 146
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Rakel Helmsdal
- Myndir: Kathrina Skarðsá
Miljuløtur er eitt myndprýtt stuttsøgusavn til børn. Søgurnar lata upp fyri einum rúmi, har vit stegða á og uppliva heimin við eygunum á einum barni. Í hesum rúminum verður tað gerandisliga, sum børn kenna aftur, flættað saman við tað hugfloygda og yvirnatúrliga. Vit fylgja gentuni Milju, frá hon er sjey ára gomul, til hon er tólv ára gomul. Søgurnar viðgera álvarsom evni sum lív og deyða, vinalag, einsemi og kærleika á ein inniligan hátt, sum vísir bæði lættleikan og dýpdina í barnasinninum. Millum søgurnar eru smá "andarhald", har vit síggja, hvussu heimurin hjá Milju - býurin Port Janua og íbúgvarnir har - er settur saman
Kathrina Skarðsá, ið er dansk-føroyskur yrkismyndprýðari, hevur myndprýtt bókina við vøkrum, myrkum myndum, ið spegla bæði tað fjálga og tað álvarsama í søgunum.
Bókin var í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2019.
Norski bókmentakritikarin Anne Schäffer lýsir bókina soleiðis í ummæli sínum:
»Det er noe Astrid Lindgrensk og «Marikken på Junibakken» over flere av fortellingene, uten at påminnelsen er påtrengende. Det har noe med holdningen til barnet å gjøre. En lindgrensk tiltro, aksept og respekt for barn, les: menneskers følelser, enten det er sinne eller sorg. Forfatteren fletter for eksempel inn at folks juletradisjoner er ulike, uten å gjøre noe nummer ut av det. (...) «Miljas øyeblikk» er en vemodig, glad og trist bok. Den er spennende og ørlite ubehagelig (fotografier av døde barn!), men forfatteren balanserer det mot det positive. Miljas verden er tett på, oversiktlig og trygg, slik mange barns verden heldigvis er – og bør være.«
Les meira: https://www.barnebokkritikk.no/kjenn-pa-din-indre-sjuaring/…