Marin og Hjartavætturin

Bókaklubbin

160,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 55
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Ingun Christensen
  • Myndir: Kathrina Skarðsá
Deil:

Hvat er tað besta í allari verðini?

Tað er sjálvandi at vera saman við teimum, sum tú ert góð við.

Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Marin hevur eisini eina góða vinkonu í barnagarðinum, eina kula daddu við lilla hári, tatovering og nasaringi, og eina langommu á bygd, sum altíð hevur góða tíð. Marin er ein glað og hugagóð genta, men onkuntíð hevði hon viljað, at øll høvdu betur tíð at vera saman. Ein dagin gevur langomman Marini eina løgna dukku, sum sær øgiliga gomul og gronut út. Tað er ein heilt serlig dukka, tí hon ger, at tú ikki kennir teg einsamalla: ein hjartavættur.