Maðkamáni
Bókaklubbin
218,00 kr
Spar 30,00 kr
- Síður: 304
- Útgávuár: 2017
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Sally Gardner
- Týðari: Jákup Sørensen
Søgan fer fram í einum hugsaðum tíðarskeiði í fimmtiárunum í Bretlandi, har Standish Treadwell og abbi hansara búgva saman við hinum óynsktu í sonu 7.
Øll fólk verða stýrd av einum ræðslustýri, kallað Móðurlandið. Men tann orðblindi Standish sær heimin við øðrvísi eygum, enn tey flestu gera. Hann er ein djarvur drongur, sum ikki trýr øllum, sum verður sagt. Og so torir hann at standa við tað. Men hvussu megnar ein einsamallur drongur at standa ímóti einum valdsmiklum heri?
Maðkamáni er ein ógloymandi søga um dirvi, vinalag og uppreistur. Ein ógloymandi ungdómsbók sum fær teg, góða lesara, at sita ytst á stólinum av berum spenningi.