Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið

Bókadeild Føroya Lærarafelags

147,00 kr  Spar 30,00 kr

  • Síður: 42.0
  • Útgávuár: 2009
  • Upprunamál: íslendskt
  • Innbinding: innbundin við fløgu
  • Rithøvundur: Hallfríður Ólafsdóttir
  • Myndir: Tórarinn Már Baldursson
  • Týðari: Tóra Tóroddsdóttir
Deil:

Magnus Musikus er stak heppin, tá ið hann av tilvild villist inn í eina tónleikahøll, har symfoniorkestrið venur til eina framførslu. Magnus kennist við menniskjatónleikin frá reypinum hjá langabbanum, men nú sleppur hann endiliga sjálvur upp í part.

Við orðum og myndum leiðir henda stuttliga søgan lesaran inn í ta gandakendu tónleikaverðina. Ævintýrið hjá Magnusi vindur upp á seg, meðan lesarin hoyrir um tey ymisku ljóðførini, og hvussu tey ljóða.

 

Við bókini fylgir ein fløga, har Anfinn Heinesen lesur søguna, og íslendska symfoniorkestrið spælir verkini í bókini. Arina Bischoff syngur lagið hjá Magnusi Musikus. Umframt tað spælir Føroya Symfoniorkestur tónleikaverkið Ólav Riddaraós.