Made in Vietnam
Bókadeild Føroya Lærarafelags
150,00 kr
Spar 30,00 kr
- Síður: 136.0
- Útgávuár: 2011
- Upprunamál: týskt
- Innbinding: heft við klaffum
- Rithøvundur: Carolin Philipps
- Myndir: Perma: Ursula Kothgasser
- Týðari: Tina K. Jakobsen
Familjan hjá 14 ára gomlu Lan hevur tað fátæksligt og er eisini nógv merkt av krígnum, sum verið hevur í Vietnam, har amerikanarar hava blakað eitraðar kemikaliur yvir akrar og skógir, sum hevur havt avleiðingar fyri heilsuna hjá fólki.
Lan og systirin noyðast báðar at arbeiða á verksmiðju, har tær stríðast fyri, at familjan skal fáa mat í munnin.
Ein dagin koma týskir keyparar at hyggja at viðurskiftunum á verksmiðjuni, og tá noyðist stjórin at káva út yvir vánaligu viðurskiftini fyri ikki at missa sínar keyparar og tað elvir til øsing millum teirra, sum arbeiða.