Luddi og Lundisa spegla sær
Bókaklubbin
98,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 34
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Vár Berghamar Jacobsen
- Myndir: Delia Ciccarelli
Nú er onnur bókin um tær báðar fittu lundapisurnar komin! Fyrra bókin, Luddi & Lundisa, ið kom út í 2018, varð sera væl móttikin.
Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað bøkurnar, og hetta eru fyrstu barnabøkur hennara. Vár Berghamar Jacobsen fekk Barnamentanarheiðurslønina hjá Tórshavnar kommunu í 2018 fyri sítt íkast til føroyska barnamentan. Italski myndprýðarin Delia Ciccarelli hevur myndprýtt báðar bøkurnar.
Í hesi bókini sleppa vit aftur við Ludda og Lundisu í lundalandið, og hesa ferð snýr tað seg um, hvussu lundarnir síggja seg sjálvar og heimin rundan um seg speglast.