Luddi og Lundisa
Bókaklubbin
98,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 27
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Vár Berghamar Jacobsen
- Myndir: Delia Ciccarelli
Luddi og Lundisa eru tvær fittar lundapisur, sum búgva í Mykinesi. Tær stinga høvdið út úr holuni og síggja, hvussu heimurin letur seg upp fyri teimum.
Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað bókina, og hetta er fyrsta barnabók hennara. Rithøvundurin stóð eisini fyri barnaleikinum um Ludda og Lundisu, sum varð sýndur kring alt landið. Í bókini hoyra vit eina aðra søgu um tær báðar lundapisurnar, sum hitta eina rúgvu av djórum í haganum. Søgan hevur fittar samrøður, stuttligt orðaspæl og rím. Italska listakvinnan Delia Ciccarelli hevur myndprýtt bókina við vøkrum og yndisligum pastelllitum.