Løgmansdóttirin á Steig
Bókaklubbin
- Síður: 84
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Ingun Christensen
- Myndir: Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim
Ein sjórænaraskipari vil giftast við Elin Katrinu og hóttir við at leggja alla bygdina í oyði, um hann ikki fær sín vilja. Elin Katrina letur seg í mannfólkaklæðir og krógvar seg í eini smáttu haganum.
Tá ið løgmaður kom av aftur skipinum, var hann ógvuliga fáorðaður og fór beint inn á skrivstovuna hjá sær. Tá ið hann eftir drúgva løtu kom út aftur, fortaldi hann, at fransaskiparin hevði borið upp bønarorð. Hann vildi hava Elin Katrinu til konu. Løgmaður hevði roynt at greitt frá, at dóttirin var trúlovað øðrum manni.
"Men tað var sum at sletta vatn á gás," suffaði hann. "Eg fekk bjóðað bæði gull og silvur. Ja, eg hevði verið ríkasti maður í Føroyum, um eg seldi teg, Katrinna góða." Løgmaður sendi dóttrini eitt sorgblítt smíl. "Hetta boðar ikki frá góðum," mutlaði løgmansfrúan og bant bundna turriklæðið tættari um seg.
Skaldsøgan Lømansdóttirin á Steig byggir á sagnirnar Løgmansdóttirin í Vágum, Seyðamaðurin á Sondum og Trøllkonurnar við Fjallavatn umframt annað søguligt skjalatilfar. Søgan gongur fyri seg í fyrru helvt av 18. øld.
Bláur krossfiskur.