Lívið - myndprýtt

Bókaklubbin

220,00 kr  Spar 28,00 kr

  • Síður: 187
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Lisa Aisato
  • Myndir: Lisa Aisato
  • Týðari: Silja Aldudóttir
Deil:

Eingin myndprýðir óttan, vónina og dreymarnar hjá okkum menniskjum sum Lisa Aisato. Her hevur hon savnað allar sínar bestu myndir, bæði klassikarar og spildurnýggjar myndir, og skrivað ein lívsjáttandi tekst um hetta lívið, sum vit øll skulu læra at liva. Alt, sum lívið hevurat bjóða: kærleika, sorg, iva og stóra gleði lýsir og myndprýðir Lisa Aisato við sínum serstaka stíli, sum rørir okkurt djúpt í okkum. Bókin er býtt í seks partar við myndum og tekstum úr øllum lívsins tíðarskeiðum: Barndómurin – tann forvitna og óavmarkaða tíðin, tá summarið var grønari og veturin hvítari. Ungdómsárini – við sínum stóru kenslum, spurningum og vinaløgum. Vaksnamannalívið við nýggjari ábyrgd og valum, sum skulu takast. Familjulívið við hurlivasa, tíðarneyð og stórum kærleika. Tilkomna lívið við friði, reglusemi ella nýggjum møguleikum. Og at enda ellisárini við lívsroyndum, sorg og stórum frælsi. Teknað og skrivað soleiðis, at vit øll kenna okkum aftur og gleðast.