Lítli Virgar hjálpir einum eina-og-aleina storki
Bókaklubbin
- Síður: 34
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Ole Lund Kierkegaard
- Myndir: Rasmus Bregnhøi
- Týðari: Pauli Nielsen
Hvør vil ikki fáa tríggjar lakresspípur? Tað vilja Lítli Virgar, Karl Emil og Oskar so í øllum førum. Tí gera teir av at hjálpa keypmanninum.
Storkurin er fluttur inn á takið hjá keypmanninum, og keypmaðurin ræðist fyri, at skorsteinurin fer at detta niður. Men um nú storkurin fekk sær ein maka, so kundi tað jú verið, at tey bæði funnu eitt annað stað at búgva. Tí fara dreingirnir út at leita eftir einum maka til storkin.
Alt gongur ikki sum ætlað – hvørki hjá dreingjunum ella hjá keypmanninum ella hjá storkinum ...
Í 1967 kom Lítli Virgar eftir Ole Lund Kirkegaard út, sum skuldi vísa seg at vera ein klassikari, sum er blivin lisin av fleiri ættarliðum og framvegis talar til nútíðar børn. Nú – 50 ár seinni – hevur Rasmus Bregnhøi myndprýtt søgurnar “Drekin” og “Ein eina – og - aleina storkur” úr bókini á sín sermerkta hátt, sum framvegis er trúgvur móti myndunum hjá Ole Lund Kirkegaard frá 1967.