Lisa í Leikalandi

Bókadeild Føroya Lærarafelags

57,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 112
  • Útgávuár: 1988
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Lewis Carroll
  • Týðari: Axel Tórgarð
Deil:

Lisa í Leikalandi æt upprunaliga á enskum Alice´s Adventures in Wonderland. Síðani bókin er vorðin filmatiserað ferð eftir ferð hevur hon fingið enska heitið Alice in Wonderland.
Bókin sigst vera vorðin veruleiki, tí at høvundurin hevur fortalt søguna fyri trimum smágentum.
Í stuttum er søgan um gentuna, Lisu, sum ein dagin dettur niður í eina kaninholu og har hittir løgnar verur og dýr, sum tosa.
Bókin er skrivað soleiðis, at hon kann lesast av bæði børnum og vaksnum.
Hon verður hildin at vera ein av mest týðandi bókum innan bókmentaslagið, ið á enskum nevnist 'literary nonsense'.
Bókin hevur elvt til nógv kjak, summi dáma at lesa hana onnur hata hana. Hon hevur verið spæld á palli, gjørd til film, bæði teknifilm, vanligan film og sjónvarpsrøðir. Hendingar og verur í bókini eru at finna í yrkingum, sangi, myndprýðingum.
Rithøvundar sum James Joyce, Vladimir Nabokov og Paul Auster eru ávirkaðir av bókini. Bólkar og sangarar sum Jefferson Airplane, Aerosmith, Beatles, Donovan, Marilyn Manson, Neil Sedaka, Donna Summer, Traffic og Tom Waits eru ávirkað av bókini og somuleiðis myndprýðarar, sum Salvadore Dali. Ávirkan sæst eisini í onkrari episodu í sjónvarpsrøðum sum Garfield, The Simpsons og Star Trek, eisini í gomlu teknirøðini frá trýatiárunum Betty Boop, somluleiðis í filmum sum Jurassic Park, Matrix og Pan´s Labyrinth.