Kom yvirum, Hugo

Bókadeild Føroya Lærarafelags

57,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 222.0
  • Útgávuár: 2003
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Rakel Helmsdal
  • Myndir: Philippe Carré/Edward Fuglø
Deil:
Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Port Janua. Enn er hann tó keddur av, at hann býr so langt frá besta vinmanni sínum, Ravni.
Hann gerst vinmaður við Stefan; og hann er ikki av Guds bestu børnum. Vinalagið hevur við sær, at Hugo er um at koma sær út í óføri. Tað fløkta lívið hjá tí forsømda Stefani er nakað, Hugo ikki hevur vitað um fyrr, og teir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa alt í rættlag aftur.