Klukkudrotningin + Klukkusavnarahandbókin

Bókaklubbin

278,00 kr  Spar 50,00 kr
  • Síður: 322
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: M. G. Leonard
  • Myndir: Karl James Mountford
  • Týðari: Jenny Johannessen
Deil:

Tvær spennandi bøkur til UNG:

Onnur er 'Klukkudrotningin', annar partur av "Klukkudronginum" – altjóða bestseljaranum.

Tann óndi klukkusniðgevin, Lucretia Cutter, hevur sloppið sínum gulu mariuhønunjósnarum leysum – og hon hevur eina lúnska ætlan. Tá ið Darkus, Virginia og Bertolt fáa enn fleiri prógv um, hvat hon hevur í kvittanum, eru tey púra avgjørd – hon má steðgast!

Men tey trý vinfólkini eru í trupulleikum. Pápi Darkus hevur bannað teimum at gera fleiri kanningar – og teir ótespiligu svindlararnir, Humphrey og Pickering, eru slopnir úr aftur fongslinum. Nú liggur alt á Novak, dóttur Lucretiu, men klukkudrotningin er altíð eitt fet frammanfyri ...

Hin bókin er 'Klukkusavnarahandbókin', ein øðrvísi handbók um tær sjáldsomu klukkurnar, sum vit hitta í bókunum 'Klukkudrongurin' og 'Klukkudrotningin'.

Ein klukkulig vegleiðing, ið vekir áhugan hjá spírandi náttúrufrøðingum.

Fyri at gerast klukkufrøðingur (ein, sum kannar klukku) krevst unglyndi, forvitni og dirvi... og at tú klárar luktin av djóralorti, tí fyri nógvar klukkur er lítið her í verðini betri døgurðamatur enn ein fesk tøðrúgva.

Monty G. Leonard: "Eg havi fylt bókina við 50 klukkum, ið fara at hugtaka teg og taka teg á bóli. Her hittir tú blunkandi lyktaberarar, yvirsterkar og skjótar klukkur, sýruskjótarar, klukkur, ið stýra eftir stjørnunum og nógv fleiri...

Letur tú bókina upp, hevur tú tikið fyrsta stigið á kanningarferðini. Men ansa eftir: ferðin hevur ongan enda."

Bøkurnar koma til UNG um mánaðarskiftið januar-februar