Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum

Bókadeild Føroya Lærarafelags

140,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 94
  • Útgávuár: 2014 (1979)
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Thorbjørn Egner
  • Myndir: Thorbjørn Egner
  • Týðari: Eyðun Johannesen
Deil:

Thorbjørn Egner sigur sjálvur í formælinum til Klintrimús:

 
”Valbakkaskógurin er ein lítil heimur, sum onkur kanska vil siga, ikki er til, men sum í mangar mátar minnir um okkara egnu stóru verð. Og Klintrimús og Mortan og Bamsi og Mikkkjal og hini øll í skóginum eru ikki vanlig dýr, men hugflogið hevur lænt teimum nøkur eyðkenni bæði frá dýrum og fólki. Tey hava nøvn av djórum og nakað væl av útsjóndini við, men hava eisini klæði uttaná sær og ganga á tveimum beinum og búgva í húsum og minna eitt sindur um okkum menniskju í mongum av tí, tey gera og siga og hugsa. – Í Valbakkaskóginum finnur tú eisini, eins og í okkara stóru verð, ein longsul eftir friði og tryggleika og virðing fyri hvørjum øðrum.”
 
Øll, sum hava lisið ella hoyrt um Klintrimús, kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju, er kanska eisini ætlaður okkum á tveimum beinum, um vit hugsa um orðini hjá høvundanum í formælinum.