Kill

Bókadeild Føroya Lærarafelags

57,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 266.0
  • Útgávuár: 2006
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Mats Wahl
  • Týðari: Jákup í Skemmuni
Deil:
Kill er triðja søgan um Harald Fors, ein politist, sum roynir at fáa greiði á brotsgerðum, har børn og ung eru bæði brotsgerðarmenn og offur.
Tað, sum ikki eigur at henda, verður veruleiki ein dagin á Víkingaskúlanum. Ein skjútti stendur goymdur á einum vesi og fer at skjóta beint inn í matsalin. Ein køkshjálp og næmingar verða raktir.
Kill er ein spennandi ungdómsbók um ungfólk og harðskapin, sum er í samfelagnum, men sum vit helst ikki vilja kennast við.