Kepler62 - 3 Ferðin

Bókaklubbin

128,00 kr  Spar 24,00 kr

  • Síður: 150
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Bjørn Sortland og Timo Parvela
  • Myndir: Pasi Pitkänen
  • Týðari: Jákup Sørensen
Deil:

Kepler62 er ein spenningsrøð eftir rithøvundarnar Bjørn Sortland og Timo Parvela. Teir skriva aðruhvørja bók. Pasi Pitkänen hevur myndprýtt. Ferðin er triðja bókin í røðini.

Ari, Jóni og Maria fara á ta longstu rúmdarferðina í søguni hjá mannaættini. Tey skulu til gongustjørnuna Kepler62e, sum er heili 1200 ljósár burtur. Vandarnir á ferðini eru nógvir – halastjørnur, loftsteinar og ormahol. Men tað er eisini okkurt illgrunasamt við allari hesari ferðini. Hví er Maria løgd í hypersvøvn? Og hvat man vera í hasum hylkinum, sum Olivia roynir at fjala fyri teimum?