Kepler62 5 & 6 - Virus og Loyndarmálið

Bókaklubbin

256,00 kr  Spar 48,00 kr
  • Síður: 200
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: norskt/finskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Bjørn Sortland og Timo Parvela
  • Myndir: Pasi Pitkänen
  • Týðari: Jákup Sørensen
Deil:

VIRUS - FIMTA BÓK Í RØÐINI

Ari, Jóni og Maria stríðast fyri at fóta sær á gongustjørnuni Kepler62.

Tey berjast móti einum gátuførum virusi, óstøðugum veðri og fíggindum í sínum egna rannsóknarbólki. Tað endar við einum vandamiklum valdsstríði, og ein skelkandi sannleiki verður avdúkaður: Tey eru send til Kepler62 av heilt øðrum og óunniligum orsøkum, enn tey fyrst hildu.

 

LOYNDARMÁLIÐ - SÆTTA BÓK Í RØÐINI

Í síðstu bókini kemur eitt óhugnaligt loyndarmál fram – ein ferðasníkur, sum hevur ligið krógvaður í hylki nummar 13 í Stjørnusiglaranum. Hann ætlar at brúka vápn fyri at oyða tey, honum ikki dámar, og gerast ein grummur einaræðisharri. Maria, Ari og Jóni mugu gera alt tey kunna fyri at stríðast fyri at bjarga sær og tí fantastisku og vandamiklu gongustjørnuni Kepler62e. Og tey treingja til at fáa skjóta hjálp, tí einsamøll kunnu tey ikki vinna á tí valdssjúka ferðasníkinum.

Kepler62 er ein spenningsrøð eftir rithøvundarnar Bjørn Sortland og Timo Parvela. Pasi Pitkänen hevur myndprýtt.

Bøkurnar koma til tey 10-12 ára gomlu í oktober