Hygg eg!

Bókadeild Føroya Lærarafelags

75,00 kr  Spar 10,00 kr

  • Síður: 14
  • Útgávuár: 2011
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: pappbók við klaffum
  • Rithøvundur: Birde Poulsen
  • Myndir: Birde Poulsen
  • Týðari: Niels Jákup Thomsen
Deil:

Pappbókin Hygg eg hevur klaffar,  og við at lyfta teir á, sæst, at fílurin, sum er høvuðsdýrið í bókini, ikki altíð er so heppin, tá ið hann reypar.
Foreldur kenna hetta væl aftur, tá ið barnið vil sleppa at vísa, hvussu væl tað dugir ella vil hava onkran at leggja til merkis, at tað er nakað heilt serligt.
Birde Poulsen hevur fangað júst hetta í hesari fittu bókini til tey smæstu.