Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?

Bókadeild Føroya Lærarafelags

102,00 kr  Spar 15,00 kr

Deil:

Omma Viktoriu finnur ikki tað gamla smúkkuskrínið, skrínið við øllum minnunum. Tað er harmiligt, men ikki so syrgiligt, sum tá ið Viktoria varnast, at omman er sjúk. Hvussu kann alt nakrantíð gerast gott aftur, hugsar Viktoria.

Pinkumaðurin Pinki er hinvegin so forliptur, at hann ikki fær hugsað um annað enn Nanny, og tó eru Pinki og Nanny so ymisk, sum pinkilipongar kunnu vera.

Tíbetur hevur Viktoria vinkonu sína Odu at hjálpa sær; og í smúkkuskríninum, sigur omman, fjalir seg okkurt, ið kann broyta myrkur til ljós.