Hvønn morgun stakk systir mín bróstini í kalt vatn fyri at gerast vøkur

Bókaklubbin

170,00 kr  Spar 25,00 kr

  • Síður: 194
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Bjørn Sortland
  • Týðari: Hjørdis Heindriksdóttir
Deil:

Ein vøkur og sterk ungdómsskaldsøga um lívið hjá eini púra vanligari 17 ára gamlari gentu. Hon er forelskað, lívið er gott, hon hevur eina góða og trygga familju. Men samfelagið rundan um hana broytist fullkomiliga, og tað verður hættisligt at búgva har, sum tey búgva í Aleppo í Sýria. Tey verða noydd at flýggja, og stríðið fyri at yvirliva byrjar av álvara fyri tey. Rithøvundurin hevur gjørt kanningararbeiði og havt samrøður við flóttafólk úr Sýria, sum hann hevur grundað hesa søguna á. Ein ein veruleikakend og hjartaskerandi søga um lagnuna hjá mongum ungum fólkum, ið verða noydd at flýggja - ofta einsamøll - ígjøgnum krígsherjað lond.

Bjørn Sortland hevur skrivað bøkur av ymsum slagi bæði til børn, ung og vaksin. Bøkur hansara eru útgivnar í 22 londum. Hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir, m.a. Deutscher Jugendliteraturpreis, Kritikerprisen og Aschehougprisen fyri ritverk sítt. Bókadeildin hevur givið nógvar bøkur út eftir Bjørn Sortland, m.a. Sannleikans stund í 2011.