Hvat veitst tú um dýr?
Bókaklubbin
240,00 kr
- Síður: 159
- Útgávuár: 2023
- Upprunamál: Norskt
- Rithøvundur: Camilla Stendov
- Myndir: Torill Gaarder
- Týðari: Kristianna Poulsen
Hvat veitst tú um dýr? Veitst tú til dømis, hví tikarin hevur strípur? Ella hvørjum fugli mest er til av í Føroyum? Ella hví grísum dámar at rulla seg í runu? Ella hvat ígulfiskur ger, tá ið hann verður bangin? Ella hvat hendir, tá ið hávur missir eina tonn? Í hesi bókini kanst tú stuttleika tær saman við familjuni við at seta spurningar og fáa svar um alskyns dýr. Tit kunnu finna út av, hvussu nógv tit vita, tit kunnu kappast ímóti hvørjum øðrum – og tit kunnu saman undrast um alt tað stuttliga, spennandi og løgna, sum fer fram í dýraheiminum.
Bókin er ein lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.