Hvar er systir mín?
Bókadeild Føroya Lærarafelags
122,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 28
- Útgávuár: 2008
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Sven Nordqvist
- Myndir: Sven Nordqvist
- Týðari: Niels Jákup Thomsen
Bókin er vald at vera næstbestu myndabók, ið komin er út í Svøríki í 2007. Frammanundan hevur hon fingið svenska Augustprisen í 2007.
Tað er lætt at síggja, hví so er, tá ið tú letur hesa vøkru bókina í stórum arkabroti upp. Hon er um ein beiggja, sum leitar eftir systur sínari, men tað er torført, tí hon hvørvur í heilum burtur í eyðkendu myndunum hjá Sven Norqvist, sum nógv kanska kenna frá søgunum um fressin Findus.
Myndirnar eru ótrúligar við nógvum smálutum, ið gera at tú kanst brúka nógva tíð at blaða í henni!