Hundatúrurin

Bókaklubbin

120,00 kr  Spar 28,00 kr

  • Síður: 32
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Sven Nordqvist
  • Myndir: Sven Nordqvist
  • Týðari: Niels Jákup Thomsen
Deil:

Hugsa tær at sleppa ein túr við stóra hundinum
hjá ommuni?
Bara ein lítlan túr út at pissa.
Far ikki ov langt!
Nei. Bara ein lítlan túr.
Og tú mást ikki vera ov leingi burtur!
Minst til tað!
Hvussu leingi man tað vera? Tað er ikki gott at vita.
Og hvør er tað í veruleikanum, sum gongur túr við hvørjum?

"Hundatúrurin" er ein stór og vøkur myndabók uttan tekst, har vit síggja barnið og hundin ganga ígjøgnum teir mest undursomu heimarnar og landsløgini. Eitt ótal av smálutum og stuttligum og hugtakandi verum eru á myndunum, sum tú aldrin verður liðugur at hyggja at. Hóast ongi orð eru, siga myndirnar frá hópin av søgum og kenslum og vekja undran og forvitni.

Svenska myndprýðaran og rithøvundin Sven Nordqvist kenna vit eitt nú frá bókunum um Pettson og Findus og Mammu Mu.