Huckleberry Finn

Bókadeild Føroya Lærarafelags

330,00 kr  Spar 50,00 kr

  • Síður: 395
  • Útgávuár: 2011
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: innbundin í skreytbind
  • Rithøvundur: Mark Twain
  • Myndir: E. W. Kemble
  • Týðari: Gunnar Hoydal
Deil:

Huckleberry Finn gongur fyri vág og vind í heimbýnum. Ein hjartagóð einkja roynir at fáa eitt hampafólk burtur úr honum, men hann orkar ikki fyri henni og rýmir út á eina sandoyggj úti í Mississippi. Har hittir hann Jim, nekaratrælin, sum er rýmdur. Teir gera ein flaka, og saman sigla teir oman eftir ánni og vóna at finna frælsi og sømilig kor.
Bókin er ein klassikari og ógvuliga stuttlig. Hon lýsir væl viðurskiftini hjá svørtum fyri mongum árum síðani í amerikansku suðurstatunum.