Hon, sum róði eftir ælaboganum

Bókadeild Føroya Lærarafelags

147,00 kr  Spar 33,00 kr

  • Síður: 124
  • Útgávuár: 2014
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Rakel Helmsdal
  • Myndir: Aslaug Jónsdóttir (perma)
Deil:

Forelskilsi, vinalag og svik eru øll evni, sum verða viðgjørd í hesi spennandi ungdómsbókini, sum eisini egnar seg til vaksna lesaran.
Høvuðspersónurin er gentan Argantael. Argantael er klók og vøkur, og í skúlanum síggja vinkonurnar upp til hana, tí hon hevur alt tað nýggjasta nýggja. At síggja til hevur hon alt, ein ungdómur kann hugsast at ynskja sær, men so er ikki. Tað Argantael helst vil hava, eru foreldur, sum brýggja seg um hana.
Ein líkasælur pápi og sálarsjúk mamma – tvey vaksin, sum ikki megna at seta barnið í miðdepulin. Hetta er tað, Argantael hevur at stríðast við. Men Argantael er sterk, líka til ein onnur kemur upp ímillum hana og Dagan, dreingin, sum hon er forelskað í.

Í 2016 fekk bókin Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Útnorðurráðssins.

Takkarrøða