Holið

Bókaklubbin

176,00 kr  Spar 44,00 kr

  • Síður: 256
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Anders Johansen
  • Týðari: Guðrið Rubeksen
Deil:

Ein 1380 metrar langur tunnil skal sprongjast ígjøgnum fjallið og binda ta avbyrgdu bygdina Fjallavík saman við restina av landinum. 

Men hvat kemur burtur úr tí svarta tunnilsholinum?

Framburður og vælferð, lova politikararnir.

Synd og ógudiligheit, ávarar pápi Dávid við Bíbliuni í hond, alt meðan tey ungu í bygdini gleða seg og bjóða framtíðini vælkomnari.

Dávid veit ikki, hvat hann skal halda. Hann er ein serligur drongur, sigur mamman. Onnur kalla hann yvirklókan. Tíbetur eigur hann ein stórabeiggja, Pætur, sum ansar eftir honum. Men hvat nú, um Pætur rýmir gjøgnum tunnilin, burtur frá honum …?

Tað hendi nakað merkiligt innan í mær: Har, ið tað bara plagdi at vera eitt svart hol, var knappliga ein harður knútur. Nei, tað var ikki ein knútur, tað var ein stór, knýtt hond, og nú læt hon seg upp, og fingrarnir tóku í meg og kroystu luftina úr mær innanífrá, og tað allarløgnasta var, at eg við eitt hevði eitt orð fyri tað, sum rykti og skrykti í meg.

Orðið var ræðsla, ræðsla fyri at missa Pætur og verða einsamallur, vit skuldu jú vera saman altíð, altíð og altíð.