Hilbert
Bókaklubbin
120,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 30
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Bárður Oskarsson
- Myndir: Bárður Oskarsson
Hilbert flýgur næstan … Í nýggju bókini hitta vit aftur Hilbert og Bob, og hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini.
Síðsta myndabókin hjá Bárði Oskarsson, Træið, fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018. Í Trænum hittu vit Bob og Hilbert, ein hund og eina kanin, sum tosaðu um, hvat mundi vera hinumegin træið. Bob ivaðist í, um hann kundi líta á tað, sum Hilbert segði. Hann segði nevnliga, at hann dugdi at flúgva og ofta hevði verið hinumegin træið.