Heimurin hjá Suffíu

Bókadeild Føroya Lærarafelags

227,00 kr  Spar 50,00 kr

  • Síður: 539
  • Útgávuár: 2004
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Jostein Gaarder
  • Týðari: Edvard Olsen
Deil:
Ein dagin, tá ið Suffía kemur heim úr skúlanum, finnur hon eitt bræv í postkassanum. Á lítla lepanum í brævbjálvanum stendur: Hvør ert tú? Hvaðani kemur heimurin? Hetta er byrjanin til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu - frá Sokrates til Descartes, frá Spinoza til Hegel, Marx og Freud - saman við gátuføra læraranum í heimspeki, sum ikki vil siga, hvør hann er. Men hetta er ikki tað einasta gátuføra í bókini. Hví fær Suffía postin hjá Hildu? Hvør er Hilda? - og hvør er Suffía?
Fyri at loysa gáturnar brúkar Suffía sín nýggja kunnleika til heimspeki, men svarið er nógv undranarverdari, enn hon hevði hugsað sær.