Heimsins vandamiklasta harkalið
Bókaklubbin
178,00 kr
Spar 20,00 kr
- Síður: 69
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Arne Svingen
- Myndir: Ida Larmo
- Týðari: Vagnur Streymoy
Killer, Skrappi og Kryvjarin, hesi nøvnini eru ræðuliga vandamikil, og tað eru tey sjálvandi, tí hesir dreingirnir eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Teir halda til í Ræðuborgini í Illaskógi, og ein dagin hoyra teir, at okkurt er komið í felluna uttan fyri Ræðuborgina. Er tað hitt harkaliðið í Illaskógi, Heimsins vánaligasta harkalið, sum loypur á? Nei, tað er ein løgin skapningur – ein genta! Og henda gentan er ikki hvør sum helst, tí hon ætlar sær eisini at vera í Heimsins vandamiklasta harkaliði.
Hetta er ein stuttlig og garrvill søga, sum hevur eitt fantasiríkt spæl við teksti í ymiskum støddum og sniði.