Heimsins størsti veitsluhatari

Bókaklubbin

200,00 kr 

  • Síður: 80
  • Útgávuár: 2023
  • Upprunamál: Svenskt
  • Rithøvundur: Ellen Greider
  • Myndir: Ellen Greider
  • Týðari: Julia Rutt Petersen
Deil:

Summi børn hava ordiliga nógv vinfólk. Tað eru nógv, sum ongantíð vilja vera einsamøll. Tá tey eru einsamøll, so gráta tey ella keða seg ordiliga nógv. Onnur hava slett eingi vinfólk. Og so er tað eg.

Hví er tað so trupult at sleppa at vera í frið? Tað undrar Fríðu. Allastaðni skulu tey vera tvey! Tey skulu ganga tvey og tvey á rað, sita tvey og tvey í skúlastovuni, og í ítrótti skulu tey altíð hita upp tvey og tvey.

Ein dagin byrjar nýggjur næmingur í flokkinum. Tað er Lomi, og Fríðu dámar hann væl. Til hann ger av at hava eina veitslu ...

Bókin er ein lilla krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.