Heimbygd mín Tvøroyri

Bókadeild Føroya Lærarafelags

147,00 kr  Spar 10,00 kr

  • Síður: 203
  • Útgávuár: 2001
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Elin Mortensen
Deil:
Um barnaárini á Tvøroyri, sum tá var ein hin virknasta bygdin í Føroyum.
Lesarin fær innlit í skúlagongd, barnadagar við gleði og sorg, og eisini alt tað nógva virksemið, sum var í bygdini.
Størsti skipafloti í Føroyum sigldi út av Tvøroyrarfirði, og har vóru blómandi handilsvirki, ið drógu til sín arbeiðsfólk og fiskimenn úr øllum Føroyum.
Í bókini eru nógvar fotomyndir, sum bæði stuðla undir tekstin og eisini vísa, hvussu nógv alt er broytt.