Heima hjá okkum
Bókadeild Føroya Lærarafelags
98,00 kr
Spar 22,00 kr
- Síður: 32
- Útgávuár: 2016
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Fiona Watt
- Myndir: Stephen Barker
- Týðari: Marna Jacobsen
Ein litføgur og fitt bók har nógv er at hyggja at, leita eftir og tosa um saman við barninum.
Í bókini ferðast vit runt í heiminum hjá okkum – bæði inni og úti. Vit vaska bil, gera mat saman, eta, hyggja at familjumyndum, lata okkum í, spæla og mangt annað. Á øllum síðum er ein rúgva av gerandislutum at práta um og leita eftir. Í køkinum eru hillarnar fullar við spagetti, grýtum, bollum og øðrum. Í urtagarðinum eru reiggjan, smáfuglarnir og blómurnar. Og hvør man krógva seg undir songini í kamarinum?
Ein uppløgd bók at lesa saman við lítla barninum.. Einklu og litføgru myndirnar gera tað at spæl at læra nýggj orð.