Harry Potter og Hálvblóðsprinsurin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

117,00 kr  Spar 10,00 kr

Deil:

Hóast hásummar er, liggur ein slavin toka, ið als ikki hoyrir árstíðini til, og bilgist móti vindeygunum. Fjáltur er á Harry Potter, nú hann situr í kamari sínum hjá Dursley fólkunum í Privetgøtu og bíðar eftir at sjálvur Dumbledore professari skal koma á vitjan. Eina ta seinastu ferðina hann sá skúlastjóran, var hann í harðari orrustu við Lord Voldemort, og Harry hevur ilt við at trúgva, at Dumbledore professari veruliga ætlar at koma at vitja hjá Dursley fólkunum. Hví kemur professarin nú at vitja hann? Hvat er tað, sum ikki kann bíða, til Harry kemur aftur á Hogwarts um nakrar fáar vikur?