Hara og skjaldbøka
Bókadeild Føroya Lærarafelags
142,00 kr
- Síður: 48
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Susanna Davidson
- Myndir: John Joven
- Týðari: Sigurlaug Fossdal
„Eg eri SO skjót!“ reypar Hara. „Hm!“ sigur Skjaldbøka trútin. „Skulu vit renna um kapp?“ Men hvør vinnur? Tað sigur hendan framúr livandi endurfrásøgnin úr Esops dømi tær.
Um søguna:
Hara og Skjaldbøka er ein søga úr bókini Esops dømi, sum eru søgur, ið av fyrstan tíð vóru sagdar í Grikkalandi fyri umleið 4000 árum síðan. Søgurnar enda altíð við einum boðum og einum lærdómi. Lærdómurin í hesari søguni er, at „ver róligur, so vinnur tú kappingina.“
Bókin er ein reyður krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.