Happy
Bókadeild Føroya Lærarafelags
97,00 kr
Spar 9,00 kr
- Síður: 92.0
- Útgávuár: 2011
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Linn T. Sunne
- Myndir: Inger Sandved Anfinsen
- Týðari: Lena Jacobsen
Ein hjartanemandi søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur ...
Happy er ein væl skrivað bók á einføldum og løttum máli. Høvundurin megnar sera væl at lýsa innara uppreisturin í høvuðspersóninum eins og ytra ruðuleikan, hon kemur sær í, tí í staðin fyri at síggja í eyguni, tað, sum er farið fram, finnur hon uppá søgur. Tí handan alt fjalir seg ein syrgilig søga.
Søgan er nútíðarlig og fangandi.
Bókin fekk í 2007 Brageprisen, sum er ein stór viðurkenning í Noregi.